SEV kennir seg sum gísla í málinum um føroysku sílini

20.04.2022 - 12:04
InnlendisUmhvørvi
SEV kennir seg sum gísla í málinum um føroysku sílini
Arbeiðið at tøma byrgingina í Heygadali í Vestmanna steðgar ikki, sigur Kári Johansen, formaður í SEV, hóast kæran hjá Røkt skuldi fáa steðgandi virknað

SEV, og byrgingin í Heygadali, eru tikin gíslar í málinum um føroysku sílini. Men arbeiðið at tøma byrgingina í Heygadali steðgar ikki.

Tað sigur Kári Johansen, formaður í SEV.

Vinnukærunevndin gav í gjár kæruni hjá P/f Røkt, sum eigur føroysku ælabogasílini, steðgandi virknað í kæruni móti Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum hevði avgjørt, at sílini skuldu takast av, í seinasta lagi í dag.

Men hóast Vinnukærunevndin í fyrsta umfarið enn einaferð hevur friðað sílini, so svimja tey enn í vandavatni.  

SEV fór í gjár undir at tøma byrgingina í Heygadali, og tað arbeiði heldur fram, tí SEV er ikki partur av kæruni frá Røkt um at avtaka sílini.

Eftirlitsarbeiðið av byrgingini kann ikki bíða, tí SEV er longu farin útum vanligu trygdarnormarnar, sigur Kári Johansen, formaður í SEV. 

 

Sílini vóru eisini flutt í 2014

Hetta er ikki fyrstuferð, at byrgingin í Heygadali skal viðlíkahaldast, meðan ælabogasílini hava verið í vatninum.

Í 2014 vóru sílini flutt í annað vatn, og formaðurin í SEV stendur spyrjandi, hví tað er ein so stórur trupulleiki hesuferð.

Men hóast vatnið nú spakuliga rennir úr byrgingini í Heygadali, og sílini verða sílað burturúr, so eru kanska ikki allar súðir siftar enn.

Formaðurin í SEV vil ikki hava ábyrgdina av at hava tikið lívið av sílunum, tá byrgingin verður tóm.

Málið um føroysku sílini hevur longu útsett viðlíkahaldi av byrgingini í eitt ár, og tí má tað gerast nú, sigur Kári Johansen

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947