Vága Floghavn hall í 2021

23.04.2022 - 18:39
InnlendisSamfelag
Vága Floghavn hall í 2021
Vága Floghavn hevði eitt hall upp á 5,6 milliónir krónur í 2021.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Orsøkin er fyrst og fremst ov fá ferðafólk, sigur stjórin í Vága Floghavn, Regin I. Jakobsen.

Regin I. Jakobsen sigur, at úrslitið ikki kemur óvart á. Hallið merkir ikki, at nakrar stórvegis broytingar verða gjørdar í rakstrinum av Vága Floghavn.

Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, sigur, at tey eru bjartskygd fyri restina av árinum.

Í mars mánaði í ár var ferðslan um Vága floghavn komin upp á 83 prosent av tí hon var í mars 2019, og longu nú í apríl er sannlíkt, at ferðslan verður umleið tann sama sum hon var í apríl 2019.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360