H-bygningurin: Hava sett loft undir fleiri ferðir

28.04.2022 - 18:00
InnlendisSamfelag
H-bygningurin: Hava sett loft undir fleiri ferðir
Stjórin í Húsavarðartænastuni undrast á, hvussu arbeiðið verður lagt til rættis
Arbeiðið at fáa H-bygningin lidnan dregur út, og nú undrast eitt byggifeløg, hvussu arbeiðið verður lagt til rættis.

- Vit fáa boð um at skrúva loftplátur upp, sum verða tiknar niðuraftur vikuna eftir, tí installatiónsarbeiði skal gerast.

Tað sigur Regin Petersen, stjóri í Húsavarðartænastuni, HVT.

Hann undrast á, hvussu arbeiði at byggja nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum verður lagt til rættis.

Húsavarðatænastan er ein av stóru arbeiðstakarunum í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum.

Fyritøkan vann útboðið um innandura arbeiðið. Tilboðið var um 75 milliónir kr.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483