Landsapotekari ásannar trupulleika

13.05.2022 - 18:20
InnlendisSamfelag
Landsapotekari ásannar trupulleika
Starvsfólk á Apotekinum eru sjúkrameldað og hini noyðast at arbeiða ov nógv. Trupulleikin hevur verið serliga stórur síðstu mánaðirnar, ásannar Hjalti Gunnarstein
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Fyri viðskiftafólkini er ein avleiðing, at bíðirøðirnar á Apotekinum gerast alsamt longri. Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, ásannar trupulleikan.

-Vit mangla fólk til arbeiðis, og nærum ógjørligt er at finna avloysarar, sigur hann:

Í Degi & Viku í gjárkvøldi rópti danska fakfelagið hjá farmakonomunum varskó. Umstøðurnar hjá føroysku limunum eru ikki nøktandi, starvsfólk gerast strongd av arbeiðstrýstinum meðan onnur leita sær burtur frá apoteksverkinum. Ann-Mari Grønbæk, forkvinna í fakfelagnum hjá farmakonomunum vísti á, at starvsfólk verða sjúkrameldað vegna strongd. Og tað leggur so økt trýst á tey, sum eru eftir til arbeiðis.

Sí innslag í Degi & Viku her.

Í spurnarkanning, sum fakfelagið hevur gjørt millum starvsfólkini í føroyska apoteksverkinum svara 44% av starvsfólkunum, at tey eru "pressað og stressað", ofta ella altíð. Í somu spurnarkanning siga 90% av starvsfólkunum, at tey hava verið noydd at arbeiða yvir, síðstu fýra vikurnar. 

-Jú, tað er ein leiðsluuppgáva at tryggja, at slíkt ikki hendir, ásannar Hjalti Gunnarstein:

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. juli
Lívia Mattos í løtuni á G!
194633
Hósdag 17. juli
Orknleikir '25 #3
194624
Hósdag 17. juli
Benjamin Rajani & Jónas Gaard á G!
194619
Mikudag 16. juli
3-2
194579
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550