Virðið á talgiltum gjaldsoyrum fellur

14.05.2022 - 13:19
InnlendisTøkni
Virðið á talgiltum gjaldsoyrum fellur
Virðið á talgiltum gjaldoyrum, so sum Bitcoin er fallið 16,6% seinastu vikurnar, men føroyskur serfrøðingar mælir fólki frá at loypa framav

Virðið á talgiltum gjaldoyrum, so sum Bitcoin er fallið 16,6% seinastu vikurnar, tað skrivar NRK í dag.

Hans Blåsvær, undirvísari í KT á fróðskaparsetrinum og stjóri í KT húsinum, ávarar um at talgilt gjaldsoyru ella krypto valuta er nógv ávirkað av marknaðarførslu og tí skulu fólk vera varðin við at bæði keypa, ella selja beint nú.

Talgilt gjaldoyru virka í roynd og veru á sama hátt sum veruligir pengar, einasti munurin er at talgilt gjaldoyruongantíð hava havt ein fysiskan form.

Men talgilt gjaldoyra er sera viðbreki yvirfyri talgildari marknaðarførslu, ið hevur stóra ávirkan á virðið á gjaldsoyranum. Tað er vorðið sera modernað at gera íløgur í talgilt gjaldoyru, men talan er ikki um eina trygga íløgu sigur hann.

Tað er ongin yvirlit yvir, hvussu nógvir føroyingar hava gjørt slíkar íløgur men tað er ongin ivi í, at áhugin er voksin seinastu árini
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871