- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nevndarformaður: Lønarhækkingin hjá Posta-stjóranum er bonus
Roknskapurin hjá Posta vísti, at lønin hjá stjóranum fór upp við 184.000 krónum í fjør. Samlaða lønin hjá honum í fjør var 1 millión og 661.000 krónur.
Stjórin í Posta er tó ikki tann stjórin í almennum partafeløgum, sum fær hægstu lønini.
Stjórin í Føroya Tele, Jan Ziskasen, fekk væl hægri løn. Í fjør fekk hann tilsamans 2.276.000 krónur í løn.
Óbroytt síðani 2015
Bjarni Arnason, nevndarformaður í Føroya Tele, sigur í telduposti til Kringvarpið, at fasta lønin hjá stjóranum hevur verið óbroytt, síðani hann tók við í 2015.
Umframt fasta løn fær stjórin í Føroya Tele eisini løn í mun til avrik.
Samtakið hevði eitt sera gott ár í fjør við stórari framgongd, og við støði í hesum var lønin til stjóran tilsamans 2.276.000 krónur. Hetta var 107.000 krónur meira enn í 2020.
Ymiskar almennar stjóralønir
Stjóralønirnar í almennum partafeløgum eru rættiliga ymiskar.
Tað eru fleiri aðrir stjórar í almennum partafeløgum, ið fáa eina løn, sum er omanfyri eina millión ella beint niðanfyri. Upphæddirnar eru tó ymiskar.
Í fjør fingu hesir stjórar:
- Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways: 1.348.000 krónur*
- Marius Davidsen, fíggjarstjóri í Atlantic Airways: 1.146.000 krónur
- Regin Ingolfsson Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn: 974.000 krónur
- Guðrið Højgaard, stjórin í Visit Faroe Islands: 867.000 krónur
(* Hetta var lønin hjá Jóhonnu á Bergi fyrraárið, also í 2020. Roknskapurin hjá Atlantic Airways fyri 2021 er ikki almennur enn.)
Tað eru eisini fleiri partafeløg, ið landið eigur part í, sum ikki eru nevnd her.
Tak niður
Sí eisini