Ferðaveitari: Hetta er ikki gott nokk

29.05.2022 - 15:53
InnlendisSamfelag
Ferðaveitari: Hetta er ikki gott nokk
Hámark frá Strandferðsluni skapar ein fløskuháls, sum kann koma at kosta ferðaskrivstovum dýrt, sigur ferðavinnuveitari

Nógv umrødda ferðavinnuátakið í Kalsoynni - gravsteinurin hjá James Bond - lokkar útlendsk ferðaløg til Kalsoynna. Men tað er ikki vist, at tú sleppur í Kalsoynna, tá ið tú vilt. 

Ferðavinnufyritøkur, sum Kringvarpið hevur tosað við, greiða frá, at tað er sera trupult at bjóða túrar í Kalsoynna, tí Strandferðslan hevur sett hámark á, hvussu nógv pláss tú kanst bíleggja - eru tit fleiri enn 25 í ferðalagnum, so skal Sam antin leigast til privatan túr, ella mást tú standa í fleiri tímar á kaiini fyri at tryggja øllum pláss. 

Jógvan Thomsen rekur ferðavinnufyritøku, sum bjóðar túrar í Kalsoynna

Fyritøkan FaroeWay hevur bussar í Kalsoynni fyri at sleppa undan longu bíðitíðini, sum var fyrr á kaiini, har tað eisini var neyðugt at hava bussin í kø í fleiri tímar, um hann skuldi við yvirum. Men nú er tímalanga bíðitíðin aftur ein partur av at fara í Kalsoynna við ferðafólki

Jógvan Thomsen óttast fyri, at tað kann gerast dýrt hjá ferðavinnufyritøkuni, tí tey ikki fáa veitt ta vøru, sum tey hava selt. 


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221