Framvegis áhugi at leita eftir olju og gassi undir Føroyum

15.06.2022 - 18:00
InnlendisSamfelag
Framvegis áhugi at leita eftir olju og gassi undir Føroyum
Vesturheimurin hevur brúk fyri nógvari orku, nú ES-londini fara at gevast at keypa olju og gass úr Russlandi
Niels Christian Nolsøe er stjóri í Jarðfeingi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Tað er áhugi fyri at leita eftir olju og gassi í føroyskum øki, men hvussu stórur áhugin er, er ilt at meta um.

Tað sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi.

Í vesturheiminum verður nógv gjørt fyri at fáa nóg mikið av orku til vega, eftir at ES-londini eru samd um at gevast við at keypa olju og gass úr Russlandi.

Tað hevur fingið Noreg, Danmark og Bretland at seta meir ferð á at fáa olju og gass til vega, fyri at nøkta tørvin.

Og áhugi er eisini fyri føroyska økinum, sigur stjórin á Jarðfeingi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444