Ráðstevna um gjald fyri øki til grøna orku

21.06.2022 - 14:06
Innlendis›Samfelag
Ráðstevna um gjald fyri øki til grøna orku
Umboð fyri norska felagsskapin, LVK, fer at greiða royndunum, sum tey hava mótvegis orkufeløgum
Vestmanna kommuna heldur seg ikki hava fingið nóg mikið burtur úr lendinum, sum er farið til grøna orku.

Stór orkuráðstevna verður í Vestmanna í kvøld, nú SEV fer undir at gera eina pumpuskipan.

Vestmanna kommuna heldur seg hava fingið ov lítið burtur úr øllum lendinum, sum er farið til grøna orku, og skipar tí saman við áhugaðum fyri ráðstevnuni.

Ein, sum fer at halda fyrilestur, er norðmaðurin, Torfinn Opheim, Hann er leiðari í felagsskapinum LVK, sum røkir áhugamálini hjá norsku kommununum mótvegis orkufelagsskapunum.

LVK er eitt felag, sum 170 kommunur í Noregi eiga.

Talan er um kommunur, sum hava latið lendi til vatnorku av sínum øki. Og endamálið hjá LVK er at tryggja kommununum gjald fyri økið, sum tær lata.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Torfinn Opheim er leiðari í LVK. Hann fer at halda fyrilestur á ráðstevnuni í Vestmanna í kvøld.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025