Eitt prik aftrat í heyst

bannari
22.06.2022 - 14:03
InnlendisHeilsa
Eitt prik aftrat í heyst
Nýggja koronufrábrigdið smittar illa, men fólk gerast ikki so sjúk
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri, og umboð fyri heilsumyndugleikarnar á tíðindafundi í morgun.
Mynd: Ritzau Scanpix  

Allir danir, sum eru eldri enn 50 ár, fáa tilboð um at verða koppsettir fyri fjórðu ferð fyri koronu eftir 1. oktober.

Tað boðaði danska stjórnin frá á tíðindafundi í morgun.

Og sama tilboð verður galdandi í Føroyum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Nýggja koronufrábrigdið, BA.5, smittar illa, men fólk gerast ikki serliga sjúk.

Tað er serliga fyri at fyribyrgja álvarsligari sjúku, at fjórða prikið verður latið í Danmark.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756