- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Vit runnu fyri lívinum
Jón Simonsen var saman við makanum og tveimum døtrum í Fields seinnapartin sunnudagin. Har høvdu tey avtalað at hittast við verfamiljuni, og saman skuldu tey fáa sær ein bita at eta í handilsmiðstøðini.
Men tá verfamiljan ikki var komin enn, fór familjan yvir móti biografhølinum fyri at síggja yvir á Royal Arena, sum var karmur um eina stóra konsert. Tað var tá, at tey hoyrdu eitt óvanligt buldur.
- Børn koma skríggjandi og ýlandi út úr biografinum, og vit byrja at smárenna. Tá hoyra vit, at tað verður sagt, at onkur skjýtur, sigur Jón Simonsen.
Fangað á tekjuni
Saman við familjuni renna Jón og fleiri onnur út gjøgnum einar neyðdyr og út á tekjuna. Men tá tey koma til tær næstu neyðdyrnar, eru hesar læstar. Meðan tey standa har, hoyra tey skot inni í handilsmiðstøðini.
- Vit standa eini 40 fólk í einum horni, og skotini ljóða til at koma tættari at okkum. Men vit finna upp á at klintra upp um eina gyrðing, og síðani finna vit einar neyðtrappur, har vit sleppa niður á parkeringsøkið, sigur Jón Simonsen.
Brádliga varnast tey, at brotsmaðurin eisini er komin út.
- Brotsmaðurin er komin út, og tá kemur aftur panikkur í. Vit enda við at renna móti motorvegnum, og tríggir løgreglumenn koma rennandi móti okkum. Ein teirra skjýtur upp í luftina og rópar til okkum, at vit skulu renna inn í skógin, sigur Jón Simonsen.
Familjan fjaldi seg millum runnar saman við nøkrum øðrum fólkum. Og har standa tey óvitandi og bangin í 30-45 minuttir, áðrenn løgreglan leiðir tey vekk frá staðnum.
Merkist enn
Eftir at familjan var komin heim aftur til íbúðina í gjárkvøldið, tosaðu tey við ein sálarfrøðing um tilburðin.
Og nú ein nátt er farin framvið, merkist tað, hvussu ógvuslig hendingin hevur verið, sigur Jón Simonsen.
Hoyr Jón greiða frá støðuni við at trýsta á pílin undir myndini.
Trý deyð og fýra álvarsliga løstað
Tað var sunnudagin seinnapart, umleið klokkan 17.30, at ein maður skeyt frá hond í handilsmiðstøðini, Fields, á Amager.
Løgreglan upplýsir, at í alt 30 fólk eru annaðhvørt deyð ella skadd av hendingini í gjár.
Trý fólk eru dripin, meðan fýra fólk vórðu særd av skotum, og hesi liggja framvegis á sjúkrahúsi. Trý fólk hava fingið viðgerð, eftir at skot hava borið við tey, og tey eru øll sloppin til hús. Harumframt hava 20 fólk fingið viðgerð fyri aðrar snuddir, tá tey flýddu úr handilsmiðstøðini.
Tað er ikki óvist, at fleiri fólk fara at boða frá snuddum, skrivar løgreglan, sum sigur seg hava kunnað øll avvarðandi um hendingina.
Brotsmaðurin, ein 22 ára gamal maður av donskum uppruna, er handtikin. Løgreglan heldur ikki, at brotsmaðurin arbeiddi saman við øðrum. Og løgreglan metir heldur ikki, at talan var um eina yvirgangsatsókn.
Sí eisini