Landið rindar leingi fyri tunlar

07.07.2022 - 18:12
Innlendis
Landið rindar leingi fyri tunlar
Í fjør rindaði landið rinda 27 milliónir, og í ár má landið rinda umleið 50 milliónir krónur til partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar.

Í ár má landið rinda umleið 50 milliónir krónur til partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar.

Orsøkin er serliga, at prísurin er lækkaður, men tað koyra heldur ikki nóg nógvir bilar ígjøgnum Eysturoyartunnilin.

- Ferðslan er munandi hægri, enn hon var í fjør. Men inntøkurnar hækka ikki samsvarandi, tí prísurin hjá øllum akførum at koyra gjøgnum tunnilin er lækkaður nakað, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í p/f Eystur- og Sandoyartunlar. 

Sambært stjóranum eru tølini ikki heilt liðug enn, og tí ber ikki til at siga við vissu, júst hvør endaligi prísurin hjá landinum verður í ár. 

Teitur Samuelsen

Caption: 
Teitur Samuelsen er stjóri í p/f Eystur- og Sandoyartunlar.

Sambært Teiti Samuelsen, var tað eitt politiskt ynski, sum hevur elvt til, at prísirnir í tunlunum eru lækkaðir. 

- Tað var eitt politiskt ynski um, at samfelagsliga nyttan hjá tunlunum hækkaði, og tað hevur so gingið út yvir prísin, sigur stjórin. 

Landið hevur bundið seg til at gjalda munin millum veruligu ferðsluna og ferðsluna, sum er kravd fyri, at felagið ikki hevur hall.

Í fjør mátti landið rinda felagnum 27 milliónir krónur fyri seinna hálvár, tí prísirnir lækkaðu. 27 milliónir krónur svara til góðar 148.000 krónur um dagin.

- Við núverandi prísstøði fer tað at ganga nakað av tíð, áðrenn verkætlanin fíggjar seg sjálva. Hetta er tó sjálvandi ætlanin, men tað er torført at siga júst nær, sigur Teitur Samuelsen. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025