Eysturoyartunnilin stongdur - lastbilur uppsteðgaður við rundkoyringina

Eysturoyartunnilin stongdur - lastbilur uppsteðgaður við rundkoyringina
Tunnilin er stongdur Hvítanesmegin, men koyrandi er av Strondum og úr Saltnesi
Eysturoyartunnilin er stongdur fyribils Hvítanesmegin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.09.2026 - 14:06

Partur av Eysturoyartunlinum er stongdur í løtuni, boðar politiið frá.

Tað er Hvítanesmegin, at tunnilin er stongdur. Tí ber í løtuni ikki til at koyra inn í tunnilin í Streymoynni.

Ein lastbilur er steðgaður upp tætt við rundkoyringina í tunlinum, og hann forðar ferðsluni at koyra norðureftir. 

Koyrandi er tó av Strondum og úr Saltnesi.

Nú skal bilurin flytast, men tað fer at taka nakað av tíð,  tí aðrir stórir bilar skulu hjálpa til við at flyta uppsteðgaða bilin.

Hvussu leingi tunnilin verður stongdur, er ógreitt. Politiið kemur við nærri kunnin seinni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775