Eftirlýsir kjak um vakmyndatól

25.07.2022 - 13:11
InnlendisSamfelag
Eftirlýsir kjak um vakmyndatól
Laufey Blaasvær, samfelagsfrøðingur, sigur, at privata rúmið er ikki neyðturviliga tað sama, sum tað var fyrr
Laufey Blaasvær, samfelagsfrøðingur, sigur, at vit hava ikki havt grundleggjandi kjak um vakmyndatól.

- Kjakið um vakmyndatól er eitt kjak um grundleggjandi rættindi hjá fólki, og tað kjakið hava vit ikki havt enn.

Tað sigur Laufey Blaasvær, samfelagsfrøðingur.

Í eini kanning, sum hon hevur gjørt, kemur fram, at føroyskir politikarar ikki meta seg skilja hugtakið privatfrið til fulnar og heldur ikki lógarverkið um privatfrið hjá borgarum.

Laufey Blaasvær sigur, at privata rúmið er ikki neyðturviliga tað sama, sum tað var fyrr.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449