Pengar mugu eisini fylgja við

31.07.2022 - 18:00
Innlendis
Pengar mugu eisini fylgja við
– Skulu broytingar gerast í fólkaskúlanum, má læraraútbúgvingin tillagast, men tað gerst ikki, uttan at pengar fylgja við, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.

- Fólkaskúlalógin skal dagførast hetta næsta árið, og tíma- og lærugreinabýtið skal endurskoðast, eins og lutfallið millum tær ymsu lærugreinarnar.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, í ólavsøkurøðu síni, tá ið hann umrøddi fólkaskúlan.

Eisini mælti hann til at hyggja at, hvussu stórir skúlaflokkarnir skulu vera, hvussu skúladagurin kann styttast, og hvussu føroyskt sum annaðmál betur kann skipast.

Formaðurin í Lærarafelagnum, Jákup Eli Olsen, hevur eitt sindur ilt við at skilja, hvat meiningin er við hesum ætlanunum, løgmaður legði fram á ólavsøku, um tær ikki byggja á tillagingar av læraraútbúgvingini.

– Skal tað gerast, mugu pengar eisini fylgja við, tí annars verður tað bara eitt eiti, sigur Jákup Eli Olsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847