Nýggja havnarlagið er eisini fyrireikað til landstreym

03.08.2022 - 13:00
InnlendisSamfelag
Nýggja havnarlagið er eisini fyrireikað til landstreym
Hóast arbeiðið er nógv seinkað, heldur kostnaðurin, sigur havnarmeistarin
Nú líður arbeiðnum við nýggju havnini so mikið væl, at alt verður liðugt í september.

Nýggja havnarlagið í Havn verður væntandi liðugt um ein mánað ella so.

Ein partur av nýggju havnini er longu tikin í nýtslu.

Samstundis sum síðsta hondin verður løgd á sjálvt arbeiðið í havnini, verður eisini arbeitt við at leggja landstreym til skip, sum liggja uttast á molanum.

Skaðar og onnur viðurskiftini hava seinkað arbeiðnum nógv, men Andrias Vang, havnarmeistari, sigur, at kostnaðurin fyri arbeiðið heldur.

Tá farið varð undir stóru havnarbyggingina, var mett, at arbeiðið fór at kosta umleið 500 milliónir kr.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

 

Andrias Vang, havnarmeistari í Havn.

 

Andrias Vang, havnarmeistari, sigur, at atløguplássini í nýggju havnini eru djúpari enn atløguplássini innan fyri gamla molan. Tí kunnu størri skip leggja at har.

Skip hjá Faroe Ship og Smyril Line fara fyrst og fremst at brúka nýggja havnarlagið.

 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444