Fyrimunur fyri børnini - vansi fyri samfelagið

04.08.2022 - 17:21
InnlendisPolitikkur
Fyrimunur fyri børnini - vansi fyri samfelagið
Børnini hava fyrimun av, at foreldur fáa pening fyri at ansa teimum heima. Men samfelagið fær ein vansa, heldur stjórnmálafrøðingur
Súsanna Olsen, stjórnmálafrøðingur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Nú verður arbeitt við at broyta dagstovnalógina, so heimilað verður kommunum at rinda part av kostnaðinum fyri stovnspláss til foreldur, um tey velja at ansa egnum børnum heima.

Tað er ein partur av persónliga frælsinum hjá foreldrum at kunna velja, hvussu nógva tíð tey brúka saman við barninum, sigur Súsanna Olsen stjórnmálafrøðingur.

Hon heldur ikki, at betri møguleikar at ansa børnunum heima fara at halda kvinnum føstum í siðbundnu kynsleiklutunum.

Tað eru bæði fyrimunir og vansar, um foreldur eru meira heima og ansa sínum børnum. Fyri børnini er hetta avgjørt ein fyrimunur, sigur Súsanna Olsen.

Tað er eitt vaksandi rák hjá foreldrum at vera meira heima hjá smáu børnunum. Í Svøríki verða 30 prosent av børnum yngri enn trý ár ansað heima. Og tað eru eisini ávísir samfelagsligir fyrimunir við uppskotinum sigur Súsanna.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Dansival - Gestur er Herluf Gaard Joensen
201659
Mikudag 17. desember
Tónleikasending Mono
201663
Mikudag 17. desember
Skratsj 17. desembur 2025
201652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552