Stýrisformaður: ALS-inngjaldið eigur at lækka

11.08.2022 - 12:51
InnlendisSamfelag
Stýrisformaður: ALS-inngjaldið eigur at lækka
ALS-stýrið heitir á landsstýrismannin í vinnumálum, um at gera ymsar broytingar í Arbeiðsloysisskipanini. Eitt av tilmælunum frá stýrinum er ein minni lækking av inngjøldum
Eyðfinn Jacobsen, nevndarformaður í ALS, mælir til at lækka inngjaldið eitt vet.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Við árslok í 2021 vóru 28.068 løntakarar í Føroyum, og er hetta tað mesta, sum nakrantíð er skrásett í Føroyum.

Arbeiðsloysið er eitt prosent, og tí eru útreiðslur til útgjøld eisini smáar.

Úrslitið av hesum er, at ALS hevði 134 milliónir krónur í avlopi í 2021, og tað er tað næstmesta í søguni hjá grunninum.

 

Lækkaði 1. januar

ALS-gjaldið lækkaði 1. januar, úr 1,25% niður í 1%, og Føroyar hava minsta arbeiðsloysið í Evropa. 

Eginognin, sum er yvir milliardina, er tann mesta nakrantíð.

Í desember í fjør vóru fyri fyrstu ferð nakrantíð goldnar oman fyri eina milliard krónur út í lønum í Føroyum.

 

HOYR SAMRØÐUNA VIÐ STÝRISFORMANNIN, EYÐFINN JACOBSEN.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558