- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lótu væl at fyrsta túrinum
20.08.2022 - 11:11
Innlendis
Lótu væl at fyrsta túrinum
Hóast ikki nógv fólk vóru við Herjólfi III fyrsta túrin av Krambatanga í morgun, lótu tey væl at, ið Kringvarpið tosaði við.

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
Keyboard Shortcuts
Shortcuts Open/Close/ or ?
Play/PauseSPACE
Increase Volume↑
Decrease Volume↓
Seek Forward→
Seek Backward←
Captions On/Offc
Fullscreen/Exit Fullscreenf
Mute/Unmutem
Decrease Caption Size-
Increase Caption Size+ or =
Seek %0-9
Herjólfur III á Havnini (Mynd: SSL)
Tað vóru ikki nógv fólk umborð, tá mest umtalaða skipið í Føroyum seinastu vikurnar, Herjólfur III, í morgun legði at í Havn nakað fyrr enn væntað.
Eftir ferðaætlanini hjá Strandferðsluni tekur túrurin um Suðuroyarfjørð tveir tímar og trý korter, men tað gekk ikki nógv meira enn hálvurtriði tími frá tí, at Herjólvur III loysti á Krambatanga, til tey fyrstu ferðafólkini komu í land eftir rampuni í Havn.
Tey, sum Kringvarpið fekk orðið á í morgun, lótu væl at fyrsta túrinum hjá skipinum.
Herjólvur III røkir Suðuroyarleiðina, meðan Smyril er í dokk í Danmark. Eftir ætlan fer Smyril aftur í sigling sunnudagin 2. oktober.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV