Bjarti kríggjast fyri Ukraina

bannari
02.09.2022 - 21:00
Innlendis
Bjarti kríggjast fyri Ukraina
Bjarti Grunnveit Olsen úr Haldórsvík er í løtuni í Ukraina, har hann hevur limað seg inn í ukrainska herin, sum berjist móti russisku innrásini
Bjarti Grunnveit Olsen er sjálvboðin farin í kríggj fyri Ukraina fyri at steðga russisku innrásini
Mynd: Bjarti Grunnveit Olsen á Facebook  

"Eg fái ikki tosað nú, tí ávaringarlúðurin fór júst at ýla, so eg má fara."

Meðan fleiri av hansara javnaldrum gera seg klárar at fara í býin í kvøld, so er 25 ára gamli Bjarti Grunnveit Olsen úr Haldórsvík í krígsrakta Ukraina.

Bjarti Grunnveit Olsen er nevniliga hermaður og hevur seinastu seks vikurnar verið partur av ukrainska herinum, sum berjist móti russisku krígsmaskinuni. 

 

Ukraina má stuðlast

Men hvat fær ein ungan føroying sjálvbodnan at fara í kríggj fyri eitt fremmant land?

"Ukraina hevur brúk fyri øllum tí stuðli, sum landið kann fáa, og tað er neyðugt, at onkur tekur vápn í hond, tí russar fremja ræðuleikar her í Ukraina." staðfestir Bjarti Grunnveit Olsen avgjørdur. 

Hann er í løtuni ikki við hermótið, men er við til at venja nýggjar útlendskar hermenn, sum seinni fara til hermótið.

Mett verður, at 20.000 útlendskir hermenn taka lut í krígnum á ukrainskari síðu.

 

Fortíð í donsku lívverjuni

Hernaðartænasta er ikki fremmand fyri Bjarta Grunnveit Olsen. Hann hevur eina fortíð í donsku lívverjuni, og tann lærdómurin kemur væl við nú.

Gerandisdagurin í krígsherjaða landinum er ikki lættur, og sjálvt fólk við royndum frá øðrum hermótum hokna undir trýstinum.

Tað er meira enn eitt hálvt ár síðan, at Russland gjørdi innrás í Ukraina. Síðan tá hava harðir bardagar verið gerandiskostur millum russiskar og ukrainskar herdeildir. 

Bjarti Grunnveit Olsen hevur verið í Ukraina í umleið seks vikur. Eingin dagfesting er sett á, nær hann kemur aftur til Føroya. Hann hevur bundið seg til at vera í hernaðartænastu har næstu trý árini.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta í Kaldbaks kirkju
206398