Kenjanari arbeiðir á Bakkafrosti um næturnar og ger tónleik um dagin

21.10.2022 - 18:18
List›Tónleikur
Kenjanari arbeiðir á Bakkafrosti um næturnar og ger tónleik um dagin
Moses Karanya, vanliga nevndur "Nafro", kom til Føroya úr Kenja í 2014 fyri at arbeiða, men hann ger eisini tónleik, og leygarkvøldið spælir hann konsert í Sirkus
Nafro
Mynd: Leivur Thomsen  

Moses Karanya, vanliga nevndur "Nafro" - tað er kunstnaranavnið hjá honum - kom til Føroya úr Kenya í 2014.

Hann er 30 ára gamal og býr á Strondum.

Nafro starvast á Bakkafrosti um næturnar, og um dagin fæst hann við at skriva og upptaka tónleik.

Tað ger hann við einari farteldu á sínum kamari á Strondum.

Leygarkvøldið verður Nafro at hoyra í Sirkus í Havn.

Í hesum sambandi var hann gestur í sendingini Vikuskiftið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. november
Jambalaja - 281126
217152
Leygardag 28. november
Upp á tá - 271126
217150
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
Møti
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111