Tjørnuvík er eitt av smærru valstøðunum

bannari
31.10.2022 - 16:11
InnlendisPolitikkur
Tjørnuvík er eitt av smærru valstøðunum
Ein góður fjórðingur av veljarunum í Tjørnuvík høvdu verið á valið, tá klokkan var farin av 15, og valstýrisformaðurin væntar nú ein steðg til eftir arbeiðstíð

Sjálvt um fólkatingsvalið ikki hevur fylt nógv dagarnar undan valinum, so er hetta tó ein serligur dagur, heldur valstýrisformaðurin Steinbjørn Magnussen, sum leggur afturat, at minni hevur verið at sæð til valið hesaferð.

Eingin hevur verið og dyrgt eftir atkvøðum og plakatirnar eru færri enn tær plaga at vera.

Í Tjørnuvík eru 44 fólk við valrætti og til seinasta val var Javnaðarflokkurin størstur, Tjóðveldið nummar tvey meðan Sambandsflokkurin endaði triðstørstur. 


 

Tá so fá hava valrætt er ikki óhugsandi, at til ber at rokna út, hvør hevur valt hvat, sigur Hansina Jensen, valstýrislimur, men hon heldur tað ikki vera nakran trupulleika, tí fólk tosa ikki so nógv um hvønn tey hava valt. Tó kundi hon hugsað sær at atkvøðurnar frá valstaðnum í Tjørnuvík vórðu taldar saman við valstaðnum við Streymin, tí so var ikki gjørligt at gita longur.
 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Leygardag 4. apríl
Morgunlestur leygardagur 4.apríl 2026
205933
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
206588
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563