Orðini fáa størri týdning við árunum

18.11.2022 - 18:13
MentanTónleikur
Orðini fáa størri týdning við árunum
Vestmenn góvu sína fyrstu plátu út í 1983. Um vikuskiftið, nú 39 ár seinni, hava teir framvegis góða undirtøku millum fólk og spæla fyri fullum húsi.
Ólavur Højgaars og Niels Olsen í snotuligu útistovuni hjá Ólavi á Argjum
Mynd: Leivur Thomsen  

Vestmenn vórðu føddir í einum grannalagi í Vestmanna fyri mongum árum síðani. Fyrsta útgávan "Brot" kom út í 1983. Ikki er at dylja yvir, at menninir nú eru komnir til árs. Ólavur Højgaard er 72 ára gamal og Niels Olsen 78. Teir báðir hava verið við, síðani bólkurin varð stovnaður. Ólavur er pensioneraður Talu- og hoyrilærari, og Niels somuleiðis pensioneraður fólkaskúlalærari - tó at hann heldur fram sum harmonikulærari í kvøldskúlanum í Havn. Hóast lutlalfliga høga aldurin eru teir framvegis virknir tónleikarar, og Vestmenn eru nógv umbidnir. Tónleikur liggur so djúpt í báðum, at teir eru avgjørdir um at halda fram at spæla, so leingi teir hava nakað at geva. Spurdir um, hvaðani tónleikaliga inspiratiónin er komin, eru teir ymiskir á máli. Ólavur hevur heintað íblástur úr vísusangi frá eitt nú The Seekers, Peter Paul and Mary, Everly Brothers og úr country frá nøvnum sum Hank Snow og Waylon Jennings. Niels, hinvegin, er gamal rokkari og hevur lurtað nógv eftir The Beatles og Rolling Stones. Grundin til, at hann fór at spæla harmoniku, er, at hann sum 10 ára gamal fekk eina harmoniku frá pápa sínum. Hóast ymiska íblásturin eru teir báðir samdir um, at orðini í løgunum fáa størri týdning við árunum. Leygarkvøldið 19. november kl. 20 verða Vestmenn á palli í Reinsaríinum í Havn. Konsertin er langt síðani útseld. Vikuskiftissendingin hitt teir báðar í snotuligu útistovuni hjá Ólavi á Argjum, sum er staðið, teir plaga at savnast, tá teir skulu fyrireika seg til konsertir og annað. Hetta prátið er longda útgávan av tí, sum var at hoyra í útvarpinum. Hoyr annars alla sendingina á heimasíðuni hjá KVF.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. desember
Góðan morgun Føroyar 01.12.2023
166768
Fríggjadag 1. desember
Morgunlestur fríggjadagur 1. desember 2023
166216
Hósdag 30. november
RagnarRokk 30. november 2023
165695
Hósdag 30. november
RagnarRokk: Chris Vos um The 4th Album
165691
Hósdag 30. november
RagnarRokk: CC McKenna um Initation
165692
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. november
Sært tú meg? (3:4)
166740
Mikudag 29. november
Húsavík í søgu og søgn
62612
Mikudag 29. november
Beautyvarpið við Katrinu
166490
Týsdag 28. november
Veðrið
166469