Varpa ljós á rúskoyring

26.11.2022 - 18:01
Innlendis
Varpa ljós á rúskoyring
Rúsátakið “Eg koyri teg – tú koyrir meg”, sum er samstarv millum Ráðið fyri Ferðslutrygd, Betri Trygging og Trygd, skal bøta um ferðslutrygdina um jóltíðir

– Fleiri fólk koyra rúsað, tí hevur tað týdning at varpa ljós á rúskoyring – serliga nú, tá desembur nærkast, og jólaborðhaldini longu eru byrjað, sigur stjórin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Lovisa Petersen Glerfoss.

– Hetta til nýggjárs at fremja átak at steðga rúskoyring, og millum annað verður filmurin “Eg koyri teg, tú koyrir meg” vístur í sjónvarpi, portalum og sosialum miðlum.

Filmurin vísir, at tá ið tað kemur til at fyribyrgja rúskoyring, hevur tað avgerðandi týdning, at vit hjálpa hvørjum øðrum at koma trygt heim.

Í feskari kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd, siga flestøll, at tey ongantíð koyra rúsað, men talið er ikki eins høgt, tá ið spurt verður, hvat tey meta, at fólk sum heild góðtaka.

Meðan átakið er í gongd restina av árinum, ger politiið rúskanningar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360