Flokkarnir vitja á Hulki

bannari
08.12.2022 - 14:48
Innlendis
Flokkarnir vitja á Hulki
Allir teir stóru flokkarnir hava verið á vitjan við valagni til fólkið á Vaðhorni á Hulki á Strondum

Á saltfiskavirkinum Vaðhorni á Strondum takka tey fyri vitjanina, tá flokkarnir koma at vitjan við valagni, sum til dømis sodavatn og góðgæti, og afturfyri fáa valevnini ein lista við góðum hugskotum frá starvsfólkunum, sigur virkisleiðarin Jens Martin Knudsen.

Í dag fáast tey við at pakka, og ein av teimum, sum Tórður Mikkelsen fekk orðið á, var Jansy Brøðraberg.

- Tað er nokkso stuttligt, tí tá val er, finna politikararnir hurðina hjá okkum, men tey siga ikki so nógv, tá tey koma á gátt.

Tað, at politikararnir koma á vitjan, er kanska ikki tað, sum broytir tað heilt stóra, tað ivast Jansy í, men tað er altíð hugnaligt við vitjan.

Ein, sum er á vali fyri fyrstu ferð, er Rachel Rasmussen, sum kemur úr Namibia, men hevur búð í Føroyum í 12 ár.

- Tað er so gott at hava fingið mín demokratiska rætt í Føroyum, og eg eri so glað í dag, sigur hon, men júst hvønn hon fer at velja, vil hon ikki avdúka.

 
Er kopiera

Sí eisini

08.12.22
149162
08.12.22
149163
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815