Formansrunda mánamorgunin

10.12.2022 - 16:10
InnlendisPolitikkur
Formansrunda mánamorgunin
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, valdi at bíða til mánamorgunin at hava formansrunduna, so flokkarnir kunnu tosa nærri saman fyrst
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður
Mynd: Bjarni Á. Rubeksen  

Tað var á middegi í dag, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sendi skriv til løgtingsformannin og bað um at verða loystur úr starvi. Tað gjørdi hann, eftir at Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, hevði givið honum boð um, at hann vildi hava samráðingarrættin at skipa samgongu.

Løgtingsformaðurin helt tað vera ov tíðliga at skipa formansrundina í dag. Hann vísir tó á, at flokkarnir, sum ætla at skipa samgongu, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, longu nú kunnu byrja at samráðast.

Sitandi landsstýri virkar formliga sum starvsstjórn, inntil nýtt landsstýri er skipað.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Hósdag 7. mai
Ein løta við arbeiðaraskaldinum
208012
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904