Ítróttasamband Føroya: IOC limaskapur ikki sleptur

11.12.2022 - 13:54
Innlendis
Ítróttasamband Føroya: IOC limaskapur ikki sleptur
Føroyar søktu um limaskap í IOC í 1984. Men upptøkureglurnar hjá IOC vórðu broyttar fyri úti við 30 árum síðani, og sambært teimum ber ikki til at geva Føroyum limaskap
Elin Heðinsdóttir Joensen er forseti í ÍSF

Ítróttasamband Føroya fer ikki at sleppa ætlanini um, at Føroyar gerast limur í Altjóða olympisku nevndini, IOC.

- Korona hevur forðað arbeiðinum nakað, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti, men vit gera vart við okkum enn.  

Føroyar søktu um limaskap í IOC í 1984. Men upptøkureglurnar hjá IOC vórðu broyttar fyri úti við 30 árum síðani, og sambært teimum ber ikki til at geva Føroyum limaskap. 

IOC sigur, at treytin fyri limaskapi er, at landið er sjálvstøðugt, fullveldisríki.

Elin Heðinsdóttir Joensen tók við sum forseti í ÍSF fyri góðum 6 árum síðani, og sambært henni hevur arbeiðið at fáa limaskap í IOC koyrt støðugt.

Nógv lobbyvirksemi er gjørt, og politiski myndugleikin hevur eisini spælt við og latið serstaka játtan, so arbeiðið ikki ávrikar ítróttin í Føroyum annars.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659