Veðrið argar alla ferðslu

18.12.2022 - 14:57
Innlendis
Veðrið argar alla ferðslu
Bæði vanliga ferðslan millum bygdir og samferðslan millum bæði bygdir og oyggjar er ávirkað av veðrinum í dag.
Mynd: Landsverk  

Framvegis er nógvur kavi kring alt landið, og aftur í dag verður sagt frá, at vegirnir eru hálir, so fólk mugu ansa sær í ferðsluni.

– Maskinurnar hjá Landsverki vóru í gongd til seint í gjárkvøldið og tørnaðu til aftur tíðliga í morgun, og tað hevur bøtt munandi um koyrilíkindini, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki.

Eisini samferðslan er ávirkað av veðrinum, so nógvar seinkingar, avlýsingar og broytingar eru í ferðaætlanunum hjá bæði Bygdaleiðum og Strandferðsluni.

– Tað er ikki óhugsandi, at enn fleiri seinkingar og avlýsingar koma, sum tað líður út á dagin, sigur Jonhild Andreasen á Strandferðsluni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329