Dimmalætting og Sosialurin leggja virksemið saman

29.12.2022 - 12:57
InnlendisSamfelag
Dimmalætting og Sosialurin leggja virksemið saman
Frá 1. januar verður virksemið hjá Dimmalætting og Sosialinum lagt saman. Miðlarnir koma tó framvegis at arbeiða óheftir hvør at øðrum.
Jonhard Hammer er stjóri í Miðlahúsinum og virkandi stjóri í nýggja, samanlagda virkseminum millum Sosialin og Dimmalætting.

Avtala er gjørd millum eigararnar av Dimmalætting og Sosialinum um at leggja saman virksemið hjá báðum miðlunum frá 1. januar 2023 at rokna. 

Tó so verða miðlarnir framvegis hvør sín miðil óheftir hvør at øðrum og við hvør sínum blaðstjóra.

Umstøðurnar broytast

Jonhard Hammer er stjóri í Miðlahúsinum, og sambært honum er hetta ein avleiðing av nógvum broyttum umstøðum. 

- Vit eru komin ígjøgnum eina koronutíð, miðlastuðulin er horvin. Vit hava eina útbering, sum kostar øgiliga nógv. Og vit kappast við eitt nú Kringvarp Føroya og aðrar almennar stovnar um lýsingarpengar, sigur Jonhard Hammer og leggur afturat, at hetta er eitt heldur keðiligt stig at taka. 

Tað verður eisini Jonhard Hammer, sum verður virkandi stjóri fyri samanlagda virksemið komandi tíðina.

Ein knapplig avgerð

Og avgerðin um at leggja virksemið hjá teimum báðum miðlunum kom heldur brádliga. 

- Hetta er hent heldur brádliga, og tí eri eg fyribils stjóri. Men so skjótt, sum vit hava funnið onkran annan, so seta vit ein nýggjan stjóra, sum kemur at reka tað víðari. 

Brádliga avgerðin er millum annað ein avleiðing av hækkaðu prísunum, sum leggja trýst á virksemið hjá miðlunum. 

- Prentprísirnir hækka. Teir hækkaðu tríggjar ferðir í fjør. Harumframt er útberingarprísurin hækkaður nakað. Vit hava mist miðlastuðulin. So okkurt má og mátti gerast, sigur Jonhard Hammer. 

Nógv óvissa valdar

Enn veit stjórin ikki at siga, um samanleggingin fer at hava við sær, at starvsfólk verða søgd úr starvi ella ikki. Eiheldur er støða tikin til, um innihaldið í bløðunum verður ávirkað av broytingunum. 

Sosialurin kemur út enn sum áður eina ferð um vikuna við Vikuskiftis Sosialinum, og eina tvær ferðir um mánaðin við blaði, sum verður borið í hvørt hús. Og heimasíðan in.fo heldur fram sum higartil.

Dimmalæting á netinum heldur fram á dimma.fo, har tilfar verður lagt út til haldarar hvønn dag.

Hoyr longri samrøðu við Jonhard Hammer, stjóra í Miðlahúsinum omanfyri. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537