Formaðurin í Búskaparráðnum: Prísvøksturin heldur fram

16.01.2023 - 18:10
Innlendis›Pengar
Formaðurin í Búskaparráðnum: Prísvøksturin heldur fram
Tey, ið eru ringast fyri fíggjarliga, fáa tað uppaftur torførari í 2023, væntar Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum
Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, metir, at prísvøksturin fer at halda fram í ár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Prísvøksturin fer væntandi at halda áfram í 2023, tó sikkurt ikki við somu ferð sum seinasta árið.

Hetta ávirkar fíggjarstøðuna hjá fólki, serliga teimum, sum eru ringast fyri fíggjarliga.

Fyri ikki at stimbra eftirspurningin, eiga hjálparpakkar at vera málrættaðir, sigur Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum.

 

Pengarnir minni verdir

Tá inflatiónin er høg, so gerast pengarnir minni verdir.

Seinasta brúkaraprístalið vísir, at tað frá september í 2021 til september í 2022 eru vørur og tænastur í miðal blivin 8.8 prosentstig dýrari.

Fyri at talma inflatiónina er neyðugt at faa javnvág í útboð og eftirspurning.

 

Prísvøksturin heldur fram

Prísvøksturin, vit hava sæð herheima, kemur uttanífrá, og tað eru tvær høvuðsorsøkir:

Tann fyrr er korona farsóttin, sum ávirkaði úboðið av vørum.

Afturat tí kom kríggið í Ukraina.

Komandi tíðina kunnu vit vænta, at prísvøksturin heldur fram, tó ikki við somu ferð, sum vit hava sæð seinasta árið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329