Eiga at kanna møguleikan at flyta part av flotanum í kvotuskipan

Eiga at kanna møguleikan at flyta part av flotanum í kvotuskipan
Løgtingsmenninir Eirikur í Jákupsstovu og Fróði Magnussen vóru í Breddanum fyrrapartin
Klakkur er eitt av stóru línuskipunum í bólki-3.
 
21.08.2026 - 13:07

- Politiska skipanin eigur at kanna møguleikan fyri, at trolarar í bólki-2 og stóru línuskipini í bólki-3 fara frá fiskidagaskipanini til eina kvotuskipan.

Tað halda Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum fyri Tjóðveldi, og Fróði Magnussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

 


Eirikur í Jákupsstovu.

 


Fróði Magnussen. 

 

Teir báðir kjakaðust á Breddanum fyrrapartin um skipan av fiskivinnuni undir Føroyum, nú Reiðarafelagið rør framundir at fáa kvotur, heldur enn fiskidagar:

 

21082026_Breddin_um_kvotur


 
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, segði á Fiskivinnutinginum í Klaksvík mánadagin, at hann ikki helt undirtøku vera í samgonguni fyri eini kvotaskipan.

Allur Breddin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952