– Bankin gongur ov nær

21.01.2023 - 18:40
Innlendis›Politikkur
– Bankin gongur ov nær
Næstforkvinnan í landsnevndini hjá Sjálvstýri kennir seg gingna ov nær, nú Betri banki krevur hana eftir persónsupplýsingum hjá øðrum, tí hon røkir politiskt álitisstarv.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

– Tað er ein hóttan ímóti fólkaræðinum, at fólk við álitisstørvum í politiskum flokkum skulu breiða út øll møgulig viðurskifti hjá maka, børnum, svigarbørnum og øðrum við, tí bankin skal brúka hesar upplýsingar fyri at tryggja seg ímóti hvítting av pengum.

Tað sigur Rúna Sivertsen, sum er næstforkvinna í landsnevndini hjá Sjálvstýri.

Fyri eini viku síðani fekk hon eitt bræv frá Betri banka, dagført 11. januar, har hon varð biðin um upplýsingar av ymiskum slagi um seg sjálva og onnur.

Eisini onnur, sum sita í leiðsluni í Sjálvstýri, hava fingið líknandi bræv, og talan er bara har um minst hálvthundrað fólk, sum Betri banki vil hava upplýsingar um.

– Tá ið eg fekk hetta brævið, hugsaði eg, at “her gongur markið”, og at hetta fari eg ikki at lata inn um míni børn, sigur Rúna Sivertsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025