- Átti kanska at havt myndatólið við mær hvønn dag

11.02.2023 - 09:55
Lívsstílur
- Átti kanska at havt myndatólið við mær hvønn dag
Tá Ingi Joensen tekur myndir, er tað tí at hann hevur sett sær fyri at taka myndir. Hann er sum veiðumaðurin, ið fer út at jagstra

Leygardagin í farnu viku læt framsýning upp í Víngarðinum við fotomyndum hjá Inga Joensen. Framsýningin hongur uppi næstu vikurnar.

Ingi er kendur fyri sínar minimalistisku svørt-hvítu myndir, har tað sjáldan eru fólk við – tó so, so sníkja bæði fólk og djór seg við í myndirnar av og á.

Tað er ikki so, at Ingi gongur runt við myndatólinum í lummanum allan dagin.

”Tað burdi eg kanska, og tað eru nógv, sum hava sagt, at eg átti at gjørt tað, men tá eg taki myndir, so seti eg mær fyri, at nú fari eg út at taka myndir. Og tá sleppur eingin við – enn ikki konan”, sigur Ingi Joensen.

Hvussu tað er at arbeiða við fotolist í einum heimi, har nú so at siga øll børn og vaksin ganga við einum myndatóli í reyvalummanum; tað spyrja vit millum annað roynda fotolistamannin, sum hevur verið virkin á hesum økinum í eini 50 ár. Eisini fara aftur aftur til byrjanina við myrkakamari og øllum tí, sum tá var frammi, eins og Ingi greiðir frá, hví hann valdi longu sum 18 ára gamal at fara til Keypmannahavnar at nema sær útbúgving innan sniðgeving.

Ein av kanska kendastu myndunum hjá Inga Joensen, er tann omanfyri av teimum átta gæsnum, sum standa á sýnuni (tann áttandi er ikki so sjónlig, men hyggur tú væl, so sært tú høvdið á henni). Hendan myndin hongur í litum í Listaskálanum, men er við á framsýningini í Víngarðinum í einari svart-hvítari útgávu.

(Mynd av mynd av gæsnum: Kinna Poulsen/Listaportal.com)

(Privatmynd)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938