Landsliðið brendi alt ov illa

11.03.2023 - 19:06
Ítróttur›Hondbóltur
Landsliðið brendi alt ov illa
Føroyska manslandsliðið í hondbólti fekk armarnar niðuraftur, tá ið tað í dag spældi seinna dystin ímóti Rumenia niðri í rumenska høvuðsstaðnum, Bucarest.

Eftir at hava vunnið við tveimum málum mikukvøldið, taptu hondbóltsmenninir í dag við átta málum, 25-17.

Føroyar fylgdu hampuliga væl við í fyrra hálvleiki, men vóru aftanfyri við fýra í hálvleikinum, 14-10, og sum seinni hálvleikur leið, gjørdist munurin bara størri.

– Orsøkin til tað var fyrst og fremst vantandi effektivitetur framman fyri rumenska málinum, heldur Ingi Olsen, sum viðmerkti dystin í sjónvarpinum seinnapartin.

Hákun West av Teigum var aftur í dag føroyskur toppskjútti, hesaferð við fýra málum.

Føroysku hondbóltsmenninir spæla næstu ferð aftur á heimavølli, tá ið teir mikukvøldið 26. apríl taka ímóti Ukraina í Høllini á Hálsi í Havn. Til tann dystin er longu alt útselt!

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655