Føroyskir pápar ikki hoyrdir

18.03.2023 - 13:52
Innlendis
Føroyskir pápar ikki hoyrdir
Í vísindaligari grein verður pápaleikluturin í Føroyum kannaður, samstundis sum spurt verður, hvat tað merkir at vera pápi í dagsins Føroyum.

Firouz Gaini, professari á Setrinum, hevur skrivað vísundaligu greinina “You just throw yourself into it” um evnið.

Í hesum sambandi hevur hann gjørt sínar kanningar og hevur millum annað tosað við pápar í Føroyum um pápaleiklutin.

Ein niðurstøða er, at føroyski pápin í dag umboðar eina roynd at varðveita tað siðbundna, samstundis sum hann er ein nútímans pápi. 

Menn ikki hoyrdir
Føroyar hava eina serliga mentan, serligan arbeiðsmarknað og serliga søgu, og ofta verður tosað um føroyskar menn á ein eintáttaðan hátt og ikki í leiklutinum sum pápar. 

- Føroyski pápin roynir at verða nútímans. Pápar tosa ikki beinleiðis um at vera modernaðir pápar, men tað eru teir í mun til tað, sum verður skrivað og sagt, sigur Firouz Gaini.

- Serføroyska mentanin ger, at páparnir eisini vilja varðveita tað siðbundna. Men av tí at sjónarmiðini hjá monnum koma ikki fram í javnstøðukjakinum, er henda kanningin gjørd, sigur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952