- Beinharðar raðfestingar mugu gerast

10.04.2023 - 18:25
Innlendis
- Beinharðar raðfestingar mugu gerast
Tað sigur Ruth Vang, landssstýriskvinna í fíggjarmálum, nú ætlaðu íløgurnar hjá landinum eru 1,2 milliardir um árið
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Ruth Vang, landsstýriskvina í fíggjarmálum, hevur ikki enn raðfest íløgurnar, ið skulu gerast

Raðfestingarnar eru sostatt tað tvífaldað av tí, sum mett verður ráðiligt at gera íløgur fyri um árið næstu 15 árini.

Men tá ið støða skal takast til, hvat skal raðfestast, og hvat ikki skal, er hon ikki so greið.

Hon heldur, at sum nú er, kann landið gera íløgur fyri upp til 700 milliónir krónur um árið.

Landsstýriskvinnan vísir á, at tað fer at vera hart politiskt arbeiði at raðfesta, og har eru íløgur, ið ikki slepst uttanum.

Nær ein møguligur Suðuroyartunnil skal raðfestast, hevur hon ikki nakað boð um enn.

Í løtuni arbeiðir Ruth Vang við einum fíggjarpolitiskum regluverki, men hon dugir ikki enn at siga, nær tað kemur

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401