Rakstur og styrki í Betri óbroytt

15.04.2023 - 13:11
InnlendisPengar
Rakstur og styrki í Betri óbroytt
Nevndarforkvinnan í Ognarfelag Tryggingartakaranna væntar eitt betri ár í ár, eftir at 2022 ikki hilnaðist so væl.

- Vánaliga úrslitið hjá Betri-samtakinum í 2022 stendst av øgiliga svingandi virðisbrævamarknaðum, men raksturin og styrkin hjá øllum feløgunum í samtakinum er óbroytt, so hon er góð.

Tað sigur Aslaug Gísladóttir, nevndarforkvinna í Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum eigur Betri-samtakið.

Hóast úrslitið kundi verið betri, so er samtakið væl fyri, sigur Aslaug Gísladóttir, sum heldur fram sum forkvinna í nevndini í Ognarfelag Tryggingartakaranna eftir aðalfundin í gjárkvøldið.

- Øll dóttirfeløgini vænta sær væl betri úrslit í ár enn í fjør, og vit vænta eisini, at íløgumarknaðurin fer at stabilisera seg aftur, sigur hon.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 14. desember
Sunnudagstónar 14. desember 2025
201488
Sunnudag 14. desember
Ættirnar syngja og suða
201485
Sunnudag 14. desember
Bolero
201483
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta í Havnar kirkju
201482
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Sunnudag 14. desember
Andaktin 3.sunnudag í advent
201480
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424