Ungir kollfirðingar flyta av bygdini

16.04.2023 - 15:47
Innlendis
Ungir kollfirðingar flyta av bygdini
Av tí at eingi grundstykki eru at fáa, noyðast ungir kollfirðingar at flyta av bygdini, og tað gongur út yvir barnatalið, sum er søguliga lágt í Kollafirði

Av tí at eingi grundstykki eru at fáa, noyðast ungir kollfirðingar at flyta av bygdini, og tað gongur út yvir barnatalið, sum er søguliga lágt í Kollafirði.

Stóri trupulleikin er, at hóast fólkatalið er vaksið tað sama sum aðrastaðni, er talið á børnum fallið so nógv, at tað veruliga merkist í bæði skúla, ítrótti og øðrum.

Orsøkin er heilt einfalt, at ongar barnafamiljur flyta til, samstundis sum tey ungu mugu flyta av bygdini, um tey vilja seta búgv, tí eingi grundstykki eru at fáa.

Bara ein útstykking er gjørd í Kollafirði í hesi øldini, og skal skeiva demografiska gongdin vendast, er neyðugt at hugsa stórt og gera nakað munagott sum skjótast.

Tað heldur Anja Weyhe, forkvinna í KÍF.

Týskvøldið klokkan sjey verður borgarafundur í Kollafirði, har høvuðsevnið er gongdin í fólkatalinum og samansetingin av fólki í bygdini.

Millum annað verður ein framløga, ið vísir demografisku gongdina í Kollafirði, samanborið við restina av landinum, og spurt verður, hvat gongdin merkir fyri eina bygd sum Kollafjørð, og hvørji framtíðarútlitini eru.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098