Føroyar eiga metið í píkakoyring

23.04.2023 - 14:22
Innlendis
Føroyar eiga metið í píkakoyring
Samanborið við grannalond okkara – og alt Europa annars – so eru Føroyar tað landið av øllum, har tað longst er loyvt at koyra við píkadekkum.

Í Føroyum kanst tú koyra við píkum í sjey mánaðir, og til samanberingar er tað hálvansjeynda mánað í Svøríki, seks mánaðir í Norra, hálvansætta í Íslandi og fimm mánaðir í Finnlandi.

Andreas Mouritsen, sum er tyrluskipari, hevur í 25 ár koyrt millum Hoyvík og flogvøllin, og hevur ongantíð havt trupulleikar av hálku. Onkuntíð hevur tó ikki verið koyrandi fyri kava.

Hann heldur, at tíðarskeiðið, har loyvt er at koyra við píkum, er óvanliga langt, tí meginpartinum av vetrinum er eingin hálka og tí als ikki neyðugt at koyra við píkum í Føroyum.

Meira verður at hoyra um hetta í tíðindunum klokkan 18, tí Dennis Holm, landsstýrismaður í ferðslumálum, ætlar sær nú at taka málið upp.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952