- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ilt við at skilja alla umrøðuna

Fólkaskúlalógin leggur upp til, at leiðslur og skúlastýri gera skilhaldsreglur í skúlum, og reglurnar um, hvussu næmingar eru ílatnir, er bara ein partur av tí.
- Vit hava á heimasíðuni víst á, hvat vit halda er sømiligur atburður og klædnastílur, tá ið vit eru í skúla, tí skúlin er eitt arbeiðspláss, og har lata vit okkum sømiliga í, sigur hon.
Anna Maria Reinert Jensen, sum hevur ilt við at skilja nógvu umrøðuna, skilhaldsreglurnar í skúlanum hava fingið, leggur afturat, at tá ið tosað verður við næmingarnar um, hvussu er við klædnastíli og øðrum, verður støði altíð tikið í tí einstaka næminginum.
Hon og varaskúlastjórin, Elin Maria Óladóttir Olsen, ið báðar eru nýggjar í sínum størvum, hava kjalarvørrinum á allari umrøðuni í miðlunum lagt eitt skriv út á heimasíðuna hjá Vestmanna skúla, har tær siga frá síni støðu til alt málið.