- Tíðindi, mentan og ítróttur
Articon byggir 200-240 íbúðir
07.05.2023 - 17:57
Innlendis
Articon byggir 200-240 íbúðir
- Enn er ov tíðliga at siga nakað, men tað sær út til, at vit koma at byggja millum 200 og 240 íbúðir undir Fjalli í Havn, sigur Jón Sigurdsson, stjóri í Articon.

Mynd: Tórshavnar kommuna
Fyri hálvariaðru viku síðani fekk Articon tilsøgn frá Tórshavnar býráð um, at felagið kundi keypa eitt 26.000 fermetra stórt øki í Marknagili frá kommununi.
Upprunaliga arbeiddi kommunan við eini heildarætlan, ið fevndi um knappar 500 búeindir, sum í miðal vóru 95 fermetrar til støddar, men økið, Articon hevur til taks, er væl minni.
Teir báðir matriklarnir, talan er um, liggja í einum øki, sum í byggisamtyktini er lagt av til høga bústaðarbygging, sum tað eitur.
Articon og umsitingin hjá býráðnum fara ein av næstu døgunum undir samráðingar um endaligu skipanina av økinum. Eisini skal nýggj verkætlan stovnast til avleiddar verkætlanir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV