Góðan morgun Føroyar

Nordhavnsregatta í Keypmannahavn verður um vikuskiftið
25-05-2023
Seks føroysk róðrarfeløg eru í Danmark, og tey verða øll umboðað á Nordhavnini

Tað er Róðrarfelagið, Tvørabáturin, í Keypmannahavn, ið varðar av tiltakinum.

Ein eldsál í felagnum er hoyvíkingurin, Edmund S. Jacobsen.

Hann vísir á, at hóast róðurin er í miðdeplinum, er eisini mangt annað á skránni henda dagin. Eittnú gudstænasta, felagssangur, føroyskur dansur og tónleikaframførslur.

Lagt er upp til ein drúgvan og fjlølbroyttan dag í Nordhavnini, har føroyingar úr øllum Danmark koma saman.

 

NORDHAVNS REGATTA 27. MAI 2023
Ókeypis atgongd

▪ Strondin
- Kl. 13:00 Søla av grillpylsum v.m.
- Kl. 13:30 Gudstænasta við presti Borgny B. Hansen, organisti, sálmum og klokkara Martin Fjallstein.
- Kl. 14:00 Løgmaður Aksel V. Johannesen setir stevnuna.
- Kappróður við umleið 12 manningum, medaljum og boblivatni.
- Frásøgufólk: Heini Davidsen.
- Steintór Rasmussen við gittara og sangi.
- Lutaseðlar við stórum vinningum.

▪ Tjaldið og neystið
- Søla av gastronomiskum mati, heimabakaðum, barr v.m.
- READY STEADY BLUES BAND
- Føroyskur dansur, at skipa Hugin Eide og Tórur Johannesen.
- Rungandi felagssangur við harmoniku.
- Herborg Torkilsdóttir - sangur.
- Duo: Ólavur á Váli - sangur / gittari og
- Henning Hjalt Nicodemussen - kór / slagverk.
- Barr og DJ Rasmus Borðoy við eldri føroyskum tónleiki v.m. út á náttina.

Róðrarfelagið Tvørabáturin
Vesterhavsvej 9, 2150 Keypmannahavn
Ókeypis rutubilur koyrir millum Orientkaj Metro og Nordhavns Regatta. 2 km frá Metro Orientkaj. Bussur 164.


>>Sí skránna og meira um tiltakið her

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024