Uppsjóvarvinnan livir av Russlandi

11.06.2023 - 17:34
Innlendis›Vinna
Uppsjóvarvinnan livir av Russlandi
Meginparturin av inntøkunum hjá uppsjóvarvinnuni koma frá at selja fisk til Russlands

Fyrsta ársfjórðing í ár seldu vit makrel fyri 351 milliónir krónur. Av hesum komu 252 milliónir krónur úr Russlandi. Altso komu 72 prosent av inntøkunum fyri makrelin úr Russlandi.

Sama er við sildini. Vit seldu sild fyri 184 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í ár. Av hesum keypti Russland fyri 133 milliónir krónur. Eisini her telur russiski marknaðurin 72 prosent av samlaðu køkuni.

Hagstovan hevur gjørt tølini fyri uttanlandshandilin upp fyri fyrsta ársfjórðing, og har seta vit met.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040