Leita eftir nýggjum inntøkum

16.07.2023 - 17:31
InnlendisSamfelag
Leita eftir nýggjum inntøkum
Havnastongsulin rakar stóru havnirnar meint, men heldur enn at skerja virksemi verður leitað eftir nýggjum inntøkum

Stóru havnirnar í Runavík og í Havn, missa rættiliga fitt av peningi, nú havnastongsulin móti russiskum skipum er settur í gildi.
Serliga Runavíkar Havn missir nógv. Brandur Højgaard, havnarmeistari í Runavík, sigur, at Runavíkar Havn missir ein stóran fjórðing av síni bruttoinntøkum, nú havnarstongsilin móti russiskum skipum er herdur. Hann sigur, at mistu inntøkurnar merkja, at tað verður minni til eitt nú umvælingar og viðlíkahald í havnini, men hinvegin kann tað eisini gera, at Runavíkar Havn fær pláss og tíð til annað virksemi, sigur hann.
Tórshavnar Havn missir eisini fitt av peningi, sum annars brúk er fyri, eftir stóru havnaútbyggingina. Ætlanin er eisini at byggja meira út.
Men Tórshavnar Havn hevur valt at leita eftir nýggjum inntøkum heldur enn at steðga á og spara.
Hanus Mikkelsen er stjóri í Tórshavnar Havn.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158