Tjóðhild fylgdi dreyminum

21.07.2023 - 17:55
Lívsstílur
Tjóðhild fylgdi dreyminum
Hóast hon er útbúgvin hagfrøðingur, hevur Tjóðhild Patursson pakkað hagfrøðibøkurnar niður og latið upp nýggja matstovu á Reyni í Havn.
Tjóðhild Patursson
Mynd: Leivur Thomsen  

“Ástaklokkan” kallast hon, nýggja matstovan/vínbarrin hjá Tjóðhild Patursson. Navnið kemur av, at klokkarin í Havnar kirkju einaferð búði í húsunum - “Klokkarastovu” - har Tjóðhild nú býr saman við manni og børnum. Við hópfígging hevur hon innrættað kjallaran til matstovu. Hóast Tjóðhild hevur útbúgving sum hagfrøðingur og hevur arbeitt við og undirvíst í hagfrøði, hevur hon nú halgað sítt lív til matgerð og vín. Hesin hugur kyknaði av álvara, tá Tjóðhild fekk arbeiði í Kunningarstovuni í Nólsoy. Har var ein lítil køkur, sum hon helt átti at verðið brúktur til at gera mat til gestir. Soleiðis bleiv matstovan “Gimburlombini” partur av kunningarstovuni í Nólsoy. Hesa rak hon í seks ár saman við Barbaru Andreassen. Eitt skifti var Tjóðhild leiðari av Mat- og Moldmantanarháskúlanum í Sandoy. Við hesi matligu bakgrund bjóðar Tjóðhild nú gestum á gátt í lítlu men hugnaligu hølunum í Bringsnagøtu. Matfilosofiskt leggur hon seg eftir altíð at hava góðar rávørur, serliga føroyskar. Har bjóðar hon morgunmat við t.d. súrdeiggjbollum og rómastampi. Men ein passión er náttúruvín. Í vikuskiftunum er Ástaklokkan vínbarr, har man kann njóta eitt glas við einum petti av pitsu við deiggi, sum er gjørt í Breyðvirkinum í Havn. Hoyr innslagið. Sí eisini myndarøð á facebookvanganum hjá vikuskiftissendingini.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Týsdag 20. januar
Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
202959
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852