Løgtingsstjórin: "Gud havi lov fyri, at eingin var undir"

27.07.2023 - 13:00
InnlendisSamfelag
Løgtingsstjórin: "Gud havi lov fyri, at eingin var undir"
Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, tekur ongar kjansir og hevur avbyrgt løgtingshúsið, nú ein partur av glasklædninginum brotnaði og brast í gongubreytina við Tinghúsvegin

Tað kundi staðist stórur skaði av hendingini, um onkur var undir, tá ein av mongu glasplátunum, ið prýða løgtingshúsið, í gjárkvøldið brotnaði og brast í gongubreytina við Tingshúsvegin. 

Tað viðgongur Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, sum varðar av løgtingshúsinum. 

Løgtingsstjórin veit ikki at siga, hví glasplátan brotnaði. 

"Talan er um herdað glas, men hví tað brádliga brotnaði og datt niður, veit eg ikki. Tað verður kannað beint eftir ólavsøku, men inntil tá, so verður løtingshúsið avbyrgt," sigur Jonhard Klettheyggj. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. august
Marjun Syderbø Kjelnæs
178897
Mikudag 14. august
Morgunlestur mikudagur 14. august 2024
179078
Týsdag 13. august
Minibarrin - 90'ini í poppi og hendingum
176763
Týsdag 13. august
Musikkstevnan 2024 í Fuglafirði (2:2)
179157
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179206
Týsdag 13. august
Eg noyðist at lurta
179189
Týsdag 13. august
Veðrið
179177
Mánadag 12. august
Hin rusuti á Aconcagua (7:10)
177967
Fríggjadag 9. august
Veðrið
179049