Formaðurin í Lærarafelagnum: "Aðalfundurin er evsti myndugleiki"

02.08.2023 - 17:10
InnlendisPengar
Formaðurin í Lærarafelagnum: "Aðalfundurin er evsti myndugleiki"
68 limir hava stevnt Lærarafelagnum fyri at steðga eini trygging, sum gevur teimum, ið fylla 67 ár, 100.000 krónur í lokaupphædd. Formaðurin sigur seg einki fáa gjørt
Jacob Eli Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, sigur seg einki fáa gjørt við avgerðina hjá aðalfuninum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Aðalfundurin er evsti myndugleiki, og nevndin kann ikki gera annað enn tað, sum meirlutin á aðalfundinum sigur. 

Tað sigur formaðurin í Føroya Lærarafelag, Jákup Eli Olsen.

Tað kom ikki óvart á nevndina, at nakrir limir hava stevnt felagnum.

Samlagstryggingin hjá felagnum varð dagførd í ár 2000.

Felagið gjørdi av at rinda til eina trygging, ið gav øllum limum, sum fyltu 67 ár, 100.000 krónur skattafrítt í lokaupphædd.

Útgjaldið var galdandi frá fyrsta degi.

Nú, 23 ár seinni, verður skipanin steðgað frá degi til dags, og tað rakar allar teir limir, sum hava goldið til skipanina, men nú einki fáa út aftur.

Teir 68 limirnir, sum hava stevnt Føroya Lærarafelag, krevja, at avgerðin, sum var tikin á aðalfundinum tann 29. apríl í ár, um at steðga lokaupphæddini uppá 100.000 krónur, verður ógildað.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776