Nøgdin av kúlulaksi er enn ikki vaksandi í Føroyum

16.08.2023 - 14:58
Innlendis›Umhvørvi
Nøgdin av kúlulaksi er enn ikki vaksandi í Føroyum
Í Noregi er kúlulaksurin vorðin ein plága, tí talið er vorðið so stórt, men enn er nøgdin av kúlulaksi her í Føroyum ikki vaksin, sigur Kirsten Eliasen, granskari á Fiskaaling
"Tað serliga við kúlulaksinum er, at tað er eitt nýtt slag, ið ger innrás í Norðuratlantsøkinum.
Mynd: Shutterstock.com  

Fiskaaling fylgir neyvt gongdini við kúlulaksi í Føroyum, og í ár varð bíðað leingi eftir fyrstu fráboðanini.

"Tað serliga við kúlulaksinum er, at tað er eitt nýtt slag, ið ger innrás í Norðuratlantsøkinum. Tí royna vit at vilja við, hvussu gongdin er her í Føroyum," sigur Kirstin Eliasen, granskari á Fiskaaling. 

Onki bendir á, at nøgdin av kúlulaksi er vaksandi her í Føroyum, sigur Kirstin Eliasen, men í Noregi er hann vorðin ein plága, tí talið er vorðið so stórt.

Fiskaaling heitir á fólk, sum fáa kúlulaks, um at venda sær til Fiskaaling at boða frá hesum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213