KÍ-formaður: "Støðan í økinum ávirkar sjálvandi"

21.08.2023 - 12:23
Ítróttur›Fótbóltur
KÍ-formaður: "Støðan í økinum ávirkar sjálvandi"
KÍ hevur ikki sett seg upp ímóti at skula til pro-russiska landspartin Transnistria í Moldova, á markinum til Ukraina, at spæla móti FC Sheriff Tiraspol
Heini Vatnsdal og hinir KÍ-leikararnir skulu spæla dyst 100 kilometrar frá ukrainska býnum Odessa, sum javnan verður bumbaður

"Tað er ein spent støða at fara til eitt slíkt stað at spæla dyst. Men vit mugu fyrihalda okkum til dystarætlanina," sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ, nú dystur skal spælast í Tiraspol í Moldova, sum liggur beint við markið til Ukraina.

FC Sheriff Tiraspol er heimahoyrandi í Tiraspol, ið er høvuðsstaður í sonevnda útbrótaralýðveldinum Transnistria, sum liggur millum Ukraina og Moldova.

Hetta er ein pro-russiskur landspartur í Moldova, sum í 1990 lýsti seg sum sjálvstøðugt lýðveldi, men enn hevur einki ST-limaland viðurkent Transnistria sum sjálvstøðuga tjóð.

Tiraspol liggur beint við markið til Ukraina, og frá Tiraspol til Odessa, sum javnan verður álopin av Russlandi, eru bara góðir 100 kilometrar.

 

Norra og Svøriki frámæla ferðing

Bæði norskir og svenskir myndugleikar mæla frá allari óneyðugari ferðing til Transnistria.

Eftir russisku innrásina í Ukraina í fjør fekk Sheriff Tiraspol bann fyri at spæla sínar altjóða heimadystir í Tiraspol.

Í staðin mátti liðið spæla sínar heimadystir í moldovska høvuðsstaðnum Kisinau.

Tað bannið er ikki galdandi í ár.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655