Rudda á Skipanesi í dag

21.08.2023 - 10:39
InnlendisUmhvørvi
Rudda á Skipanesi í dag
Rudda Føroyar hevur gestir úr Noregi, sum eru komnir higar at frætta um viðurskifti við burturkasti, dálking, endurnýtslu og burðardygd
Rudda Føroyar rudda í Skipanesi í dag saman við umboðum frá norska felagsskapinum Hold Norge Rent
Mynd: ©Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  

Áhugafelagsskapurin Rudda Føroyar fer at rudda á Skipanesi í dag.

Í dag millum klokkan tíggju og tvey verður ruddað á Skipanesi.

Rudda Føroyar hevur fingið gestir úr Noregi.

Norsku felagsskapirnir, Hold Norge Rent og In the Same Boat, eru í hesum døgum og vitja Rudda Føroyar. 

Ferðin er liður í verkætlanini, Arctic Cleanup. Á ferðini verða eisini royndir tiknar fyri at kanna nøgdir av mikroplasti í sjónum við Føroyar, Ísland og Norra.

Árligi ruddingardagurin verður annars 16.september.

©Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)

 

100 tons av burturkasti

Síðani Rudda Føroyar var stovnað í 2018, eru 100 tons av burturkasti tikin upp úr nátturuni.

Á hvørjum ári í september fara 1.500 fólk í føroysku nátturuna at rudda.

Á altjóða ruddingardegnum í fjør ruddaðu 60 milliónir sjálvboðin fólk í 191 londum.

Úrslitið var 303.000 tons av ruski.

 
Er kopiera

Sí eisini

13.04.18
79809
  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786